Í kvøld fer 4. deildarliðið hjá AB norður í Sarpigerði at spæla ímóti GÍ, og leygardagin verður á vøllinum á Argjum gjørt av, um GÍ skal halda fram í 3. deild, ella um AB skal flyta upp.
Gøtumenn fara sjálvandi at seta so frægt lið, sum tað ber teimum til, og á sama hátt sum teir á Argjum, so ætla teir í GÍ sær at vinna, men samstundis fjala teir ikki, at teir eru eitt sindur harmir um, at tað júst eru teir, sum skulu spæla um rættin at halda fram í 3. deild:
? Vit hava spælt allar átjan dystirnar. Tað eru tað fleiri onnur feløg, sum ikki hava gjørt. Í reglunum stendur, at eitt felag, sum ikki møtir, kann verða sent úr kappingini, men henda reglar verður ikki brúkt. Í staðin fáa feløgini, sum ikki møta, eina bót, sum tey væl kunnu rinda, og um vit hyggja at gongdini í ár, so er ikki langt burtur at ímynda sær, at feløgini meiri ella minni rokna við hesi bótini. Tey rokna í hvussu so er ikki við møguleikanum, at liðið, sum ikki møtir, kann verða sent úr kappingini, tí so høvdu tey gjørt meiri fyri at møta til dystirnar, er metingin í Gøtu.
Í GÍ hugsa tey m.a. um KÍ, sum ikki møtti í Vágum og sum nú sleppur undan niðurflytingarstríðnum, tí eitt annað felag, TB, ikki møtti í Klaksvík. Umframt hesi bæði nevndu feløgini megnaðu teir í HB ikki at manna 3. deildarliðið onkra ferðina í kappingini, og tað gjørdu vágbingar heldur ikki, tá teir skuldu vestur í Vágar.