Gøtumenn av aftasta plássi

Fótbóltur: Málríkur botndystur á Skála

2. deild menn:

Skála-GÍ 4-5 (2-2)


Hóast teir vóru aftanfyri tríggjar ferðir, kláraðu gøtumenn at vinna botndystin móti Skála í oysregninum sunnudagin.

Tað komu nógv mál, heili 9, og samanlagt hevði GÍ eitt mál meira enn heimaliðið, og við sigrinum tók GÍ seg fram um trý lið og er nú omanfyri niðurflytingarstrikuna.

Skálamenn løgdu seg í fyrra hálvleiki tvær ferðir fram um. Fyrst var tað Kaysten Rasmussen, sum skoraði við brotssparki, eftir at skot hjá Boga Gregersen rakti hondina á gøtumanni. Tað gjørdist 1-1, tá Skálamaður sendi bóltin í egið mál, eftir gott innlegg úr vinstru síðu, sum varð ætlað tveimum leysum gøtumonnum longri inni í brotsteiginum.

Esbern Jacobsen gjørdi tað til 2-1 til Skála, tá hann stútaði ein hornasparksbólt í málið, men fyri hálvleik javnaði brasiliumaðurin Moises Felipé, tá hann var spældur leysur í høgru síðu.

Beint eftir hálvleikssteðgin legði Bogi Gregersen Skála fram um aftur, tá hann stútaði enn ein hornasparksbólt í kassan, men eftir tað tóku gøtumenn yvir, og teir skoraðu tríggjar ferðir upp í slag.

Veðrið á Skála var sum alla aðrastaðni ring, og vøllurin var hálaður í tí nógv avfallinum. Hetta hevði við sær, at verjuspælið hjá liðunum var alt annað enn sannførandi, og tað spurdust fleiri málmøguleikar burtur úr enn talan hevði verið um, um dysturin hevði verið spældur í betri líkindum.

Símun Petur Justinussen javnaði til 3-3, tá hann skoraði við brossparki, sum varð dømt, tá ein GÍ?ari varð rendur í ryggin í brotsteiginum hjá Skála. Jan Skoradal legði GÍ fram um 4-3, tá hann avgreiddi ein hornasparksbólt í málið við høvdinum, og Moises Felipé økti til 5-2, tá hann eftir skjótt spæl fram eftir vøllinum var spældur leysur av Magna Jacobsen og skoraði.

Skálamenn royndu at kom afturíaftur, men teir kláraðu bert at gera eitt mál í tíðini, sum eftir var at spæla, og tað var tá Bogi Gregersen enn eina ferð var fyrstur á bóltin, tá Skálamenn høvdu horna, og enn einaferð stútaði hann í kassan.

Skálamenn hildu, at teir kundu havt fingið meira burtur úr, men tað vóru gøtumenn, sum fingu fleir mál, tá teir høvdu sína leikliga yvirvág í dystinum.