Nú ætlar kommunan so at gera hesi gøtuljósini aftur, sum liggur framvið Oyravegnum, Flatnavegnum, Gerðavegnum og í Árnafirði.
Ein fyribils meting sigur, at kostnaðurin fyri hesa umvælingina verður um 150.000 krónur – kanska nærri 200.000. Av tí at gøtuljósini ikki vóru tryggjað, má býráðið í játtað eina eykajáttan at gera skaðarnar aftur.
Henda eykajáttanin er ætlanin at býráðið skal samtykkja á fundi týskvøldið, tá 1. viðgerð av hesum er á skránni.