Í dag varð punktum sett í íslendsku landskappingini. Sæð við føroyskum eygum var stóri spurningurin, um tað fór at eydnast ÍBV við Jónas ꝥór Næs og Kaj Leo í Bartalsstovu á liðnum at tryggja sær plássið í fremstu røð.
ÍBV í Vestmannaoyggjunum vann fyrr í summar steypafinaluna, men í landskappingini hevur liðið mest sum alt kappingarárið verið í nánd av niðurflyting.
Í dag vitjaði KA í Vestmannaoyggjum. Millum áskoðararnar var ferðalag úr Gøtu, sum í gjáramorgunin fór í Vestmannaoyggjarnar at halda vikuskifti.
Jónas ꝥór Næs var millum teir fyrstu ellivu og á vøllinum alla tíðina. Lagið var gott í føroysku leguni og heimaleguni sum heild, tí ÍBV vann 3-0 og tryggjaði sær harvið rættin eisini næsta ár at spæla í bestu deildini.
Tað restaðu nítjan minuttir, tá ið Kaj Leo í Bartalsstovu varð skiftur inn. Tá var støðan 1-0, og ÍBV hevði lítla løtu frammanundan misnýtt brotsspark. Tríggjar minuttir eftir, at hann var skiftur inn, átti Kaj Leo í Bartalsstovu uppleggið til 2-0 málið, og fagnaðurin var øgiligur, tá ið Kaj Leo í Bartalsstovu fimm minuttir undan leikloki skoraði til 3-0.
KA var síðsta lítla hálva tíman undirmannað, tí Guðmann ꝥórisson sá beinleiðis reytt kort í 63. minutti.
ÍBV endaði á níggjunda plássi av tólv liðum. KA endaði á sjeynda plássi.