Jonna Joensen er sett í starv sum deildarleiðari á eldrasambýlinum Gøtubrá í Norðragøtu. Hon tekur við starvinum hin 1. november í ár. Nýggi deildarleiðarin hevur starvast í eldraøkinum síðan 2001 og hevur tí hollar royndir til starvið.
- Hon hevur starvast sum heimasjúkrarøktarfrøðingur, tørvsmeti og hevur í fleiri ár verið deildarleiðari á eldrasambýli og í heimarøktini. Hon hevur nógvar og fjølbroyttar royndir innan eitt nú demensøkið.
Tað siga tey í Nánd, sum er eldrasamstarvið millum Leirvík, Gøtu og Fuglafjørð.
Lagt verður aftrat, at eldrasambýlið Gøtubrá er í tveimum hæddum og fevnir um tvær eindir. Ovara hæddin er røktardeild til 10 borgarar, og niðara hæddin hevur pláss til átta borgarar við demenssjúku.