DAGPENGAR
Listafólk í Føroyum ætla ikki at lata burturvísingina úr Sjálvbodnu Dagpeningaskipanini fara framvið uttan víðari. Tískil hevur Listafólkasamband Føroya sett seg í samband við almennu myndugleikarnar, í fyrsta umfari Almannastovuna, har sóknast verður eftir grundgevingum fyri, hví hesi fólk ikki hava rætt til dagpengar í sambandi við sjúku. Felagsskapurin vil eisini hava at vita, hvørji rættindi tey so hava, um tey uttan víðari skulu gerast almanna klientar og hvussu tað ber til, at nakrir limir verða verandi í skipanini meðan aðrir mugu úr. Listafólkasambandið vil eisini hava at vita, hvussu nógv fólk talan er um.
- Limir okkara hava fingið ymisk boð frá Almannastovuni, og tað undrar okkum eitt sindur. Vit vilja fegin hava eina frágreiðing sum skjótast um, hvussu okkara limir kunnu tryggjast í sambandi við sjúku. Sigur lógin greitt, at okkara limir ikki hava rætt til nakað útgjald í sambandi við sjúku, kunnu vit sum felag ikki gera so nógv uttan at vísa á, at listafólk hava sera truplar umstøður. Hetta er als ikki rímiligt, men tað spyr lógin sjáldan eftir, sigur Jens Frederiksen, sum umboðar myndlistafólkini í Listafólkasambandinum.
Fær Listafólkasambandið sama svar sum listafólkini hava fingið frá Almannastovuna, nevniliga, at tey ikki eru umfatað av nýggju lógini og tískil ikki hava rætt til pengar í sambandi við sjúku, fer felagsskapurin til sakførara fyri at fáa greiðu á, hvat lógin sigur í mun til hvat tey meta, listafólkini hava rætt til.
Listafólkasambandið hevur til fánýtis mótmælt yvir fyri avvarðandi myndugleikum, at mentunarstuðul listafólk fáa eitt tíðarskeið, verður latin sum A-inntøka. At stuðulin verður latin sum A-inntøka, var eitt nú í døminum hjá Titu Vinther orsøkin til, at hon eftir 20 ár í Sjálvbodnu Dagpeningaskipanini varð burturvíst.
- Vit meta, at listafólk hava so truplar fíggjarligar umstøður sum er, at tey eiga at ráða sjálv fyri, um stuðulin verður latin sum A- ella B-inntøka, sigur Jens Frederiksen.










