Suðuroyingar góðtaka ikki at teir skulu vera nógv harðari raktir av einum øguligum verkfalli enn restin av landinum. Tað staðfestir Suðuroyar Tjóðveldisfelag, sum í kvøld heitir staðiliga á tingmanning Tjóðveldis um at taka undir við at friða oyggjaleiðirnar í einum møguligum verkfalli.
Felagið vísir á, hvussu stóran týdning, Smyril hevur.
Ein avleiðing av, at hann ikki siglur, er, at so eru tað eini 200-300 tímalønt fólk í oynni, sum ikki sleppa til arbeiðis, tí allur farmaflutningur verður lagdur lamin.
- Hesi fólk hava onki við tey feløgini sum samráðast at gera, men vera beinleiðis rakt, eins og alt vinnulív í oynni sjálvsagt kemur at liggja stilt.
Í Suðuroyar Tjóðveldisfelag eru tey samd um at samráðingarrætturin millum fagfeløgini og landið skal virðast.
- Hinvegin halda vit ikki tað er rímuligt, at Suðuroyingar altíð skulu svíða harðast fyri hetta.
Tey harmast stórliga at hetta mál ikki er loyst í friðartíð og tey siga, at tey eru væl greið yvir, at tá ið politikarar nú koma við uppskoti um at friða farleiðina, er tað ein glæntrileikur, sum kann ávirka samráðingarnar.
- Tingfólk hava øll havt møguleika at lagt hetta uppskot fram fyri langari tíð síðan, so tað lata vit okkum ikki lumpa av, sigur Suðuroyar Tjóðveldisfelag.
Felagið staðfestir, at verður verkfall, fara eisini limir í verkfalsraktu fakfeløgunum í verkfalli í Suðuroy eins og alla aðrastaðni í Føroyum.
- Vit meta bara als ikki, at tað er rímuligt, at vit, omaná alt hetta, skulu missa Smyril. Tá rakar eitt verkfall so ójavnt at vit ikki á nakran hátt kunnu góðtaka tað, sigur Suðuroyar Tjóðveldisfelag.