G!: Týsk radiostøð sendir úr Gøtu

G Festivalurin hevur í nógv ár fingið góða umrøðu uttanlands.

 

Umhvørvið og tiltakið sjálvt hevur í mangar mátar virkað lokkandi fyri gestirnar, sum ivaleyst ikki eru vanir at vera til konsert í slíkum umhvørvi.

 

Tað hevur í ár fingið týsku rásina BR Radio til Gøtu at senda frá tiltakinum í Syðrugøtu. Tað verður gjørt í tveimum sendingum, einari "vanligari" og einari fyri undómin.

 

Fríggjakvøldið sendi BR frá tiltakinum, og í kvøld fer BR Puls at senda frá tiltakinum. BR Puls er ungdómsrásin hjá týsku radiostøðini.