Kanningar hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni hava ikki víst tekin til ILA í aliringunum hjá Bakkafrosti. Tað er Kringvarp Føroya, sum ber hesi tíðindini.
Tá Heilsufrøðiliga Starvsstovan í farnu viku var á regluligum eftirliti í alivirkinum hjá Bakkafrosti í Hvannasundi, gjørdu royndirnar, at stovnurin fekk illgruna til, at herviliga fiskasjúkan ILA var farin at gera um seg í aliringunum.
Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur tó gjørt nærri kanningar nú og fyribils úrslitini bera Bakkafrosti góð tíðindi - enn er einki, ið bendir á, at upprunaligi illgrunin hjá stovninum var grundaður.
Sambært Kringvarpi Føroya vera royndirnar tó kannaðar nærri og endaligt svar fæst ikki fyrr enn í vetur.
Partabrævamarknaðurin tykist hava tikið væl ímóti tíðindunum. Virðið á partabrøvunum í Bakkafrost er fallið nakað síðani illgrunin varð staðfestur, men so skjótt sum tíðindini bórust, at talan kortini ikki var um ILA, er virðið fari at hækka aftur.
Mikudagin vóru partabrøvini seld fyri 350 krónur, men beint áðrenn miðdag í dag var prísurin niðri á 315,90 krónum. Síðani er hann tó voksin aftur og er prísurin fyri eitt partabræv í Bakkafrost í skrivandi løtu 319,60 krónur.