Góð spælipláss men eingin skúlagongd

- Sjálvandi er tað keðiligt, at skúlin í Hovi ikki verður brúktur sum skúli, sigur borgarstjórin, Delmar Tausen.

Skúlin í Hovi hevur ein stóran og góðan skúlagarð, har øll, sum koma til bygdina, eru vælkomin at stytta sær stundir. Her er eisini ymiskt til børnini, eitt nú reiggjur, klatriveggur, onkrar vippur og annað.

 

Skamt oman fyri skúlagarðin í Hovi standa eisini nøkur smábygd hús ella lítlar smáttur, sum børnini elska at spæla í.

 

- Sjálvandi er tað keðiligt, at skúlin í Hovi ikki verður brúktur sum skúli. Vit hava einar sjey fólkaskúlanæmingar í bygdini, og hesi ganga í stóran mun í skúla, har foreldrini - ella annað av foreldrunum - arbeiða.

 

Borgarstjórin, Delmar Tausen, heldur, at tað sjálvandi er spell, at børnini eru spjadd ymsastaðni, tí tað ger, at tey koma ikki at fylgjast og kennast á sama hátt, sum um tey øll gingu í sama skúla.

 

Hann sigur, at skúlin í Hovi er í góðum standi og er tøkur sum skúli, men tá skúlin fyrst er vorðin tómur fyri næmingar, verður ivaleyst trupult at byrja aftur.

 

- Tað er soleiðis, at heilt frá tí, at børnini eru heilt smá, fara tey av bygdini, og her hava vit samstarv við aðrar kommunur í oynni um barnaansing - og aftur her í stóran mun eftir, hvar foreldrini arbeiða. sigur Delmar Tausen.