Gíslatøka á Tjóðpallinum

Komandi vikuskiftið frumframførir Tjóðpallurin leikin Nordost, ið byggir á gíslatøkuna í Dubrovka leikhúsinum í Moskva, har 170 fólk lótu lív


Á Tjóðpallinum leggja tey í løtuni seinastu hond á venjingarnar til leikin Nordost, sum verður frumsýndur komandi fríggjakvøld.

Leikurin Nordost eftir týska høvundan Torsten Buchsteiner, byggir á hendingina 23. oktober í 2002, tá 42 tjetjenar brádliga steðgaðu sýningnini av sangleikinum "Nordost" í Dubrovka leikhúsinum í Moskva og tóku 850 áskoðarar gíslar.

Kravið hjá gíslatakararnum var fullkomin afturtøka av russiska herinum úr Tjetjenina. Gíslatøkan vardi í 57 tímar og kostaði 170 fólkum lívið 



Persónligar upplivingar

Í leikinum "Nordost" hitta vit tríggjar kvinnur. Ein teirra er Tjetjeni og sjálvmorðsbumbukvinna, ein er lækni, ið er á náttarvakt hetta kvøldið og situr tí uttanfyri leikhúsið til reiðar at veita hjálp. Hin triða er farin at njóta sangleikin saman við manni og dóttur.

Spældar av Biritu Mohr, Súsonnu Tórgarð og Gunnvu Zachariasen siga hesar tríggjar kvinnurnar frá hendingini, og hvussu tær upplivdu lagnukvøldið tíma fyri tíma.

Um orsøkina til, at bara kvinnur eru við í leikinum, sigur leikhøvundurin Torsten Buchsteiner

- Eg sá fleiri sjónbandasamrøður um hertøkuna, har kvinnur søgdu frá sínum kenslum, tankum og ræðslum við nógv meiri innlivan enn menninir. Tað rakti meg. So eg valdi at skriva leikin uttan nakran mannligan persón.

Torsten Buchsteiner vísir á, at í Týsklandi kallaðu tey leikin ”politiskt teatur”. Fyri hann sum høvunda var tað hinvegin fyrst og fremst ræðuliga støðan, hesi fólkini vóru í, og teirra persónligu upplivilsi, sum lógu fremst í huga.

- Tað var sjónleikarin í mær sum allatíðina spurdi: Hvussu hava tey havt tað, hvussu er tað at vera so nær við deyðan? Eg haldi, tað eru kenslurnar sum røra meg mest. Og tað politiska veksur so uppúr tí, sigur leikhøvundurini og leggur afturat

- Eg vildi vísa, at ein og hvør av okkum kundi havt verið í hesi støðuni. Ein og hvør, sum ongan áhuga hevur í politikki kundi havt verið til ein musical onkustaðni millum Berlin, Londin, Madrid og Athen. Og eg eri vísur í at ein og hvør stjórn hevði borið seg at á sama hátt. 



Bumbukvinna víst sum menniskja

Sambært Torsten Buchsteiner er tað í løtuni sera sárt at spæla ”Nordost” í Russlandi. Leikurin er illa lýddur, tí tann tjetjenska Svarta Einkjan í leikinum verður lýst sum eitt menniskja eins væl og tann russiski gíslin.

- Um eg skrivaði ein leik um 9/11-álopið vid Mohammed Atta í høvuðsleiklutinum hevði neyban nakað leikhús í USA sett hann upp, sigur høvundurin.

Leikurin "Nordost" er týddur til russiskt og verður hann lagdur fram sum upplestur í Russlandi í hesum mánaðinum. Leikhøvundurin væntar tó, at tað verður leingi, áðrenn nøkur rættilig framførsla av leikinum verður at síggja í Russlandi

- Eg má viðganga, at sjálv hendingin rakti meg ikki so nógv í 2002. Eg eigi einki sjónvarp, og sá tað fyrst á eini blaðforsíðu. Og eg hevði heldur ikki roknað við, at leikurin fór at vekja so stóran ans. Eg helt, at eingin hevði áhuga í hasum. Sum Olga í leikinum sigur: "Eg helt altíð, at tað var so langt burturi." 



FAKTA

"Nordost" á Tjóðpallinum

Leikarar: Birita Mohr, Súsonna Tórgarð og Gunnvá Zachariasen

Leikstjóri: Ria Torgarð

Týtt til føroyskt: André Niclasen

Pallur og ljós: Árni Baldvinsson og Símun Pauli Hansen

Búnar: Katrin Bonde


Leikurin verður frumsýndur á Tjóðpallinum fríggjakvøldið 19. september klokkan 20