Gíslatøka í Týsklandi

Ein vápnaður maður hevur tikið fleiri fólk gíslar í týska býnum Karlsruhe. Blaðið Frankfurter Allgemeine veit at siga, at gíslatøkan hevur kravt í minsta lagi eitt mannalív. Hetta vil løgreglan ikki vátta, men sigur, at onkur er kanska særdur. Løgreglan vil heldur ikki siga, hvussu mangir gíslarnir eru, men sigur, at hon hevur samband við gíslarænaran.

Fjølmiðlarnir siga, at gíslarænarin bleiv í øðini, tá myndugleikarnir komu at koyra hann úr íbúðini, sum hann hevði mist, og sum skilst er minst eitt umboð fyri myndugleikarnar millum gíslarnar.

Løgreglan hevur avbyrgt økið kring húsini, og servandir trygdarmenn eru á staðnum, skrivar Frankfurter Allgemeine.