G! skal samráðast við høvuðsnøvnini

Høvuðsnøvnini, sum ætlandi skuldu framføra á G! festivalinum síðsta vikuskiftið, komu ongantíð til landið, tí floglíkindini vóru ikki til vildar.

 

Jón Tyril, tónleikastjóri, ásannar, at tað er nú ein spurningur um, hvussu sáttmálin við Veronicu Maggio, Tim Christensen og John Grant verður tulkaður.

 

- Vit skulu samráðast við tey, men vit eru ikki komin so langt enn, sigur hann.

 

Hann sigur, at festivalurin melur runt. Útreiðslurnar vóru færri í ár enn í fjør, og inntøkurnar vóru nakað sama.

 

Millum 5000 og 6000 fólk vóru á festivalinum í ár.