Gásarfuglur í flokki

Tey hildu, at Janus Mohr var undar­ligur, tá hann so ofta tosaði um gæs í ótelj­andi send­ingum sín­um í Útvarp­inum kl.13.40 sunnu­dagar.
Hvussu hann tosaði við gæsn­ar, hann hitti á sínum mongu gonguferðum. Har vóru tær, sum ikki skiltu hansara gásamál, grágæsnar, sum vóru komnar langa leið úr øðrum londum og tí høvdu eitt fremmant mál.
Nei, einki er tað undarligt. Tí gásin er ein ótrúliga áhugaverdur og forkunnugur fuglur at eyg­leiða og tosa við.
Tvær ferðir um dagin gangi eg fram við einum stykki, har sum gæs eru. Nú er har eru 16 gæs, fýra fyri seg, 11 fyri seg og ein fyri seg. Og tær eru fyri seg.
Hendan eina virkar at vera gomul. Hon er tann størsta har á stykkinum, altíð einsamøll, og hon gongur ikki so nógv sum hinar.
Tær fýra hava verið har longst, tvær eru komnar úr egg­inum her, og hinar 11 eru fluttar higar tíðliga í summar.
Tær eru altíð saman í flokkin­um, fýra, 11 og so ein, um til ber kalla eina gás ein gásaflokk (hvussu var tað Benny Andersen so filosofisktlogiskt segði: “fugl­ene flyver i flok, når de er mange nok”).
Hóast tær í mínum eygum líkjast allar, gæsnar, fara tær ongantíð við ein øðrum flokki enn sínum. Tær vita, hvar teirra pláss er. Gásin hevur floksaga. Eg tori at pástanda, hóast tað er ikki vísindaliga prógvað, at ongantíð er meira enn í mesta ein metur millum gæsnar í einum flokki. Samanhald, sum vert er at tosa og skriva um.
Steggin í flokkinum hjá teim­um fýra, ja, hann er líka illsintur enn sum hann var í vár, meðan hann bíðaði eftir ungunum. Nærkast hin flokkurin hansara, so fer hann spelandi fýsandi avstað við nevinum sum vákn.
Well, vit fólk eru eisini í flokk­um. Nøkur einsamøll í sínum flokki. Og eingin skal vága sær at nálgast uppi í okkara flokki, tí hann er sjálvandi tann besti.
Í hesum døgum, tá eg í morgun­myrkrinum gangi fram við teimum trimum gása­flokkunum, hugsi eg um syndarligu støðuna, sum hálovaða demokratiið í Svøríki er komið í eftir valið herfyri.
Fimmkommasjey prosent av fólkinum, nógv teirra vón­sviknir og ørkymlaðir sosial­demo­kratar, segði Mona Sahlin í frálíku norsku/svensku sjón­varps­sendingini “Skavlan” síðsta fríggjakvøld, valdu Svøríkis­demo­kratarnar.
Valdu Svøríkisdemokratarnar, sum øll hini ávaraðu móti í valstríðnum. Eingin vildi ella vil nálgast uppi í teimum. Máti skal vera við fólkaræðinum.
Fólkið má gjarna velja, brúka sín demokratiska rætt. Tað skuldi bara ikki velja Svøríkis­demokratarnar.
Svøríkisdemokratarnir spretta úr rasismu og nasismu. Men flokkurin fekk 20 fólk í ríkis­dagin. Men tí flokkinum vil eingin av hinum vita av. Nærkast hann teimum, koma steggjarnir eftir teimum við váknunum fremst.
Hjá okkum í Føroyum er ómaka­leyst at finnast at slíkum flokk­um, tað er politiskum flokk­um, tí her eru ikki flóttafólk og innflytarar.
Høvdu vit upp á seg líka nógv flóttafólk sum tey hava í Svøríki, høvdu vit eisini Føroya­demokratar. Í Føroyum eru ikki færri rasistar enn í øðrum londum.
Stuttligt annars, hvussu væl slíkir flokkar, sum bjóða veljaran­um rasismu og aðrar dubiøsar ismur, duga at finna sær eitt navn við orðunum fólk og demokrati, ja, enntá sosialisma.
Á tingtrøðni í Stokkhólmi ganga gásaflokkarnir og ansa hvør eftir øðrum.
Gamaní er demokratiið tole­rant. Men á einum standard­gásamáli, takk.
Sum onkur so vísiliga segði: fólkaræði er meirilutaeinræði.
Og Eik fær eina fyrsta­hjálpar­skjáttu frá Tryggingarfelagnum.