Gásaflokkur órógvaði

Ein bilførari hevur í rættinum fingið bót fyri at snara uttan um ein gásaflokk, og ein motorsúkkla tí rendi inn í bilin Eins og seyður kunnu gæs eisini vera til ampa fyri ferðsluna.

Fyri hálvum øðrum ári síðan hendi tað einum bilførari, sum koyrdi suður eftir á Suðuroynni, og norðan fyri Porkeri kom ein gásaflokkur knappliga út á vegin.

Bilførarin snaraði sum refleks yvir í hina koyribreytina fyri ikki at renna á gæsnar.

Tað vildi so til, at júst tá kom ein motorsúkkla norðureftir og rendi inn í bilin.

Bilførarin varð í seinastu viku dømdur 500 krónur fyri óansni, men misti ikki koyrikortið, sum ákæruvaldið mælti til.