Góð úrslit í Pisa-kanningum økja um bruttotjóðarúrtøkuna

- Eitt gott úrslit í eini Pisakanning, er ein sera góð íløga í framtíðina.

Og nú ber eisini til at seta tal á, hvussu stóran vinning, góðar útbúgvingar kasta av sær til samfelagið.

Tað staðfesti Helena Dam á Neystabø, tá ið hon setti eina ráðstevnu í Norðurlandahúsinum í gjár um tær avbjóðingar, sum standa fyri framman á útbúgvingarøkinum.

Á ráðstevnuni vóru skúlaleiðslur í fólkaskúlum og í miðnámsskúlum, politikarar og onnur.

Tá ið landsstýriskvinnan í mentamálum setti stevnuna, staðfesti hon, at nógv eru ørkymlað av, at vit enn einaferð hava fingið verri úrslit í Pisa-kanningini enn vit høvdu vónað.

Men hon helt at vit skulu sláa kalt vatn í blóðið, og heldur taka eisini hesa Pisa-kanning sum eina týdningarmikla avbjóðing.

- Vit skulu seta okkum gjølliga inn í allan tann boðskap, sum kanningin hevur at bera okkum, og tað er als ikki bara ein keðiligur boðskapur.

Tvørtur ímóti eru avgjørt glottar at hóma, heldur landsstýriskvinnan.

Hon staðfestir, at sjálvt Heimsbankin er farin at taka Pisa-tølini við í sínum metingum.

Heimsbankin er farin at brúka Pisa-tølini, tá ið metingar skulu gerast um, hvussu eitt land fer at standa seg í framtíðini.

Og niðurstøðan hjá Heimsbankanum er merkisverd.

- Hvørja ferð vit klára at betra okkum 25 Pisa-stig, metir Heimsbankin, at vit um 60 ár hava økt okkara bruttotjóðarúrtøku 250%.

- Hetta eru góð tíðindi fyri okkum, tí í lesingini hava vit betrað okkum 27 stigum, sum var høvuðsevnið í Pisa kanningini hesuferð.

Helena Dam á Neystabø er vís í, at við góðum samstarvi og góðum arbeiðslagi fáa eina góða skipan, sum kann veita okkara ungu eitt gott grundarlag at fara undir eina víðari útbúgving. Við boðskapinum hjá heimsbankanum í huga, er tað ein íløga í ungdóm. Samstundis er góð útbúgving til okkara ungdóm tann bankin, sum gevur nógv nógv ta hægstu rentuna.

- Tað er umráðandi hjá okkum øllum, ikki minst politiska valdinum, at leggja sær hendan veruleikan í geyma, sigur Helena Dam á Neystabø.