Hetta er tíðin tá ið ei hópur av ungfólki fer av landinum í lestrarørindum, har nógv tey flestu fara til Danmarkar.
Tey skulu sjálvsagt hava onkrastaðni at búgva, men bústaðarneyðin er stór – og tað er ikki so sjáldan, at svikarar gera sær dælt av tí.
Sostatt hendir tað seg meiri enn so, at ungfólk verða snýtt og standa eftir við ongum bústaði – men fleiri túsund krónur fátækari.
Hetta er eisini ein fella, sum dømi eru um, at ungfólk í Føroyum eru fallin í. Men nú hevur løgreglan í Danmark nøkur góð ráð til ungfólk, fyri at tey ikki skulu verða snýtt, tá ið tey leita sær eftir íbúð. Og í roynd og veru er tað meiri at hugsa um, enn fólk kanska geva sær far um og kanska er tað eisini lættari sagt enn gjørt at fylgja øllum ráðunum, táið tørvurin á bústaði er stórur á einum marknaði, har trotið á íbúðum er stórt.
Ráð nummar 1:
Kanna eftir, hvør eigur bústaðin. Skalt tú leiga á privata marknaðin, eru tað eini góð ráð at krevja prógv fyri, at tann, sum bjóðar seg fram at leiga, eisini í roynd og veru eigur bústaðin.
Tað ber til at síggja ognarviðurskiftini á heimasíðuni tinglysing.dk ella á heimasíðuni boligejer.dk. Á boligejer.dk, ber eisini til at fáa samband við eigaran fyri at fáa vátta um ein ávís íbúð í roynd og veru er á marknaðinum.
Lat alt samskifti og øll gjøld verða á heimasíðuni, har íbúðin er sett til leigu. Slíkar heimasíður hava ofta eitt trygdarnet sum avdúkar falskar útleigarar og falskar lýsingar við íbúðum.
Linka ikki til heimasíðuna av onkrum sosialum miðili, ella av einum sms-boðum. Tit skulu sjálvi skriva navnið á heimasíðuni í browsara-vindeygað fyri at fáa minka um vandan fyri, at talan er um svikarar.
Ráð nummar 2:
Vil útleigarin hava teg at flyta pening á eina útlendska kontu, Western Union, PayPal, ella onkra aðra kontu í einum heilt øðrum, skalt tú vera serliga varin. Nógvir svikarar royna at fjala seg aftan fyri eina kontu í onkrum fremmandum landi. Tískil skalt tú bara flyta pening á eina danska kontu, ella á MobilePay. Og tú skalt aldrin rinda einum útleigara pengar í hondina.
Ráð nummar 3:
Tú skalt aldrin rinda depositum ella leigu frammanundan fyri eina íbúð, tú ikki hevur sæð. Tað eru altíð eini góð ráð at hyggja at íbúðini, áðrenn leigusáttmalin verður skrivaður undir og peningurin verður fluttur. Tað kann geva tær eina betri fatan av, um útleigarin er svikari ella ikki.
Bið eisini útleigarn senda tær váttan fyri, hvør hann er. Tað skal vera koyrikort, pass, ella okkurt annað við mynd á.
Ráð nummar 4:
Tú skalt krevja at sleppa at síggja íbúðina og kanna samstundis um navnið á tí, tú samskiftur við, samsvarar við navnið á postkassanum ella á úthurðini.
Tú kanst eisini spyrja grannarnar um tey kenna útleigaran. Sleppur tú ikki at síggja íbúðina, eru allar orsøkir til at vísa størsta varsemi og so skalt tú ikki flyta pengarnar.
Ráð nummar 5:
Syrg fyri at fáa ein leigusáttmála, har útleigarin hevur skrivað undir. Fá eisini eitt fakfólk at kanna leigusáttmálan, áðrenn tú skrivar undir.
Ráð nummar 6:
Roynir útleigarin at fáa teg at skriva undir leigusáttmálan alt fyri eitt, skalt tú vera á varðhaldi. Roynir útleigarin at leggja trýst á teg fyri at fáa teg at taka eina skjóta avgerð, kann tað verða ein ábending um, at hann ikki hevur reint mjøl í posanum.