Hendan tíðin er hátíð fyri veitlur, stevnur og festivalar av øllum handa slagi, og tað fer ikki eitt tað einasta vikuskifti aftur við borðinum, at ikki onkur stór veitsla er onkustaðni í landinum.
Á stevnum og festivalum eru ofta ball, staðfesta tey í SSP, sum er eitt samstarv ímillum skúla, sosialar myndugleikar og løgregluna, har eitt endamál er at fyribyrgja, at tey ung fara at drekka, ella at brúka onnur rúsevni.
- Men veruleikin er, at ofta endar veitslan við, at rúsaður ungdómur er ein sjónligur partur í myndini, sigur Óli Rubeksen, sum er ráðgevari í SSP samstarvinum.
Hinvegin vísir hann á, at tað ber til at venda hesi gongdini, men at tað er fyrst og fremst foreldrini, sum kunnu gera tað. Og tað kunnu tey best gera við at vera góðar fyrimyndir og við at vera saman við teimum ungu og vísa áhuga fyri tí, tey ungu havast at.
- Kanningar hava víst at ung fólk, ið eru nógv saman við familjuni og fáa umsorgan og stuðul, eru í nógv minni vanda fyri at fella í mistýtslu av rúsdrekka, rúsevnum, ella kriminalitet, sigur Óli Rubeksen.
- Tey geva heldur ikki so lætt eftir fyri bólkatrýsti, leggur hann afturat.
Tí mælir hann foreldrum til at vera meiri saman við børnunum.
- Vísi teimum kærleika og óavmarkaða umsorgan, og fylgi við, hvat tey havast at og tá ið tey eru á støðum har ballingamentanin setur dagskránna, sigur SSP ráðgevarin
Annars mælir hann til, at foreldur.
- Ikki keypa rúsdrekka fyri børnini.
- Fylgja við, hvat børnini havast at, og hvørjum tey eru saman við.
- Ikki loyva veitslum uttan eftirlit.
- Ikki loyva børnunum á stevnur og festivalar uttan at gera greiðar avtalur fyri tey frammanundan.
Somuleiðis mælir hann fireldrum til at vera nógv saman við børnunum og sum heild at vera góðar fyrimyndir fyri tey.
- Lær tey ungu at ansa eftir hvørjum øðrum, tá ið tey eru í býnum, ljóða hyggjuráðini frá Óla Rubeksen til foreldur at ungdómum.
- Tað er gott hjá børnunum at vita, at tey kunnu altíð venda sær til foreldrini. So latið tey vita at tit fylgja við, tá ið tey stuttleika sær, og at tit eru til taks at hjálpa tá ið á stendur, leggur hann afturat.