Rani Nolsøe
?????????????
Týsdagin í komandi viku verður skúlastýrisval.
Síðani tær gomlu skúlanevndirnar vórðu avtiknar og tey nýggju skúlastýrini sett í staðin, hava foreldur fingið beinleiðis ávirkan á skúlan. Foreldrini eiga trý av seks umboðum í skúlastýrunum, so valið átti at havvt stóran áhuga millum foreldur.
Umframt foreldrini sita tvey umboð fyri býráðið í skúlastýrunum og eitt læraraumboð. Skúlastjórin er skrivari.
Undirritaði hevur umboðað meirilutan og Kári Sigurðson minnilutan í Klaksvíkar býráði í skúlastýrinum.
Millum mong og týðandi mál, hava høvuðsmálini í farnu setu eftir míni meting verið umvælingararbeiðið á skúlanum á Ziskatrø og útbyggingin av Ósáskúlanum.
Uppi á Ziskatrø er sjón fyri søgn. Skúlin er í dag næstan liðugt umvældur og umsíður snotiligur at síggja til uttan. Tá umvælingararbeiðið er liðugt, skal skúlin útbyggjast. Tað arbeiðið er í løtuni í gongd.
Skúlastýrið hevur verið sera virkið í umvælingararbeiðinum og hevur samstarvað væl við kommununa at tryggja, at alt hevur gingið sum ætlað.
At tað hevur stóran týdning, at stýrið spælir ein virknan leiklut sóu vit, tá einki umvælingararbeiði varð framt í 2002. Men júst tí stýrið er aktivt inni í málinum, hevur tað síðani gingið eftir ætlan.
Við Ósáskúlan er ein sera átrokandi útbygging endaliga samtykt. Bygginevnd er vald og útbyggingin verður nú teknað og fyrireikað. Eisini her, hevur skúlastýrið gjørt eitt gott arbeiði, at fáa málið gjøgnumført.
Uttan virkna leiklutin hjá báðum skúlastýrunum og góða samstarvið millum stýrini og kommununa, hevði neyvan so mikið verið spurt burturúr.
Umframt hesi ítøkuligu mál, hava skúlastýrini í samstarvi sett hol á spurningin um framtíðarbygnaðin í skúlaverkinum.
Frá tí skúlin við Ósánna varð bygdur í 1974 og fram til 1979, høvdu vit ein skúla í Klaksvík, har skúlin við Ósánna virkaði sum barnaskúli. Í 1979 vórðu skúlarnir býttir sundir í tveir sjálvstøðugar skúlar við hvør sínari leiðslu.
Henda bygna hava vit nú haft í 25 ár og er tíðin komin til eina endurskoðan.
Spurningurin er, um vit við bygnaðarbroytingum kunnu fáa ein betri og meiri tíðarhóskandi skúla og harvið eina betri tillaging til nýggju fólkaskúlalógina. Her er talan um eitt umfatandi mál, sum krevur umhugsan og góð argument.
Tað týdningarmesta er tó, at skúlarnir sjálvir fáa tíð at viðgera spurningin og at koma við einum áliti um frægasta bygna í framtíðini.
Nú fyrsta skeiðið hjá nýggju skúlastýrunum er um at vera av, vil eg fegin nýta høvi at takka fyri gott avrik og samstarv í stýrinum, við lærararnar og leiðslurnar í báðum skúlunum.
Eftir er at vóna, at foreldur gera sína ávirkan galdandi við at luttaka í skúlastýrisvalinum í komandi viku, so teirra umboðan gerst so sterk sum møgulig.
Tí, skulu vit tryggja okkum ta positivu gongd, vit hava sæð seinastu árini á skúlaøkinum, so mugu vit hava foreldrini við.