Í samráð við Ferðslutrygd, fer Sosialurin í teignum »út at koyra« hvønn hósdag at prenta góðu ráðini, sum leiðarin á Ferðslutrygd, Jón Kragesteen lesur í útvarpssendingin »Koyribreytini«, sum Óla Jákup Rólantsson leggur til rættis í útvarpinum.
Sendingin verður send hvønn hósdag klokkan 17, og verður endursend fríggjadag klokkan 14. Sosialurin prentar góðu ráðini, sum verða send undir heitinum »úr handskarúminum« eini viku eftir, at tey eru lisin í útvarpinum.