Tónleikur
G!Festivalurin skelkar neyvan nakran við meginpartinum av sínum avdúkingum í dag, fastir gestir sum Kári Sverrisson, 200, Gestir og Høgni Lisberg, vóru longu spáddir luttøku. Flemming Petersen hevur givið fløgu út á G!Music og Deja Vu vann GBOB kappingina, ið G!Music skipar fyri, so hesi nøvn vóru eisini í væntu.
Martin Joensen hevur eisini seinnu árini verið vanligur gestur á pallinum í Syðrugøtu. Einasta navnið, ið var eitt sindur óvæntað er Gunnar G. Guttesen, ið á Asfalt átti eina av teimum bestu framførslunum, og uttan iva er eitt gott íkast til G! skránna. Festivalurin lýsir Gunnar á hendan hátt: "Ein blanding av Stevie Wonder, Jeff Buckley, Queen og Keith Green, kryddað við einum sindri av Muse, Koinonia, Toto og Weather Report til tíðir – men alla tíðina púra Gunnar Guttesen."










