GÍ-kvinnur vunnu á Argjum

Bara annar av dystunum í FM-bólkinum hjá kvinnum varð spældur um vikuskiftið. Tað var dysturin millum AB og GÍ, sum varð spældur á Argjum. Hin dysturin skuldi verða millum EB/Streym og KÍ á Eiði, men dysturin var útsettur orsaka av jarðarferð. Hann verður tí spældur seinni.
GÍ kláraði seinasta vikuskiftið at taka fyrstu stigini frá føroyameistarunum KÍ, og sunnudagin vann GÍ trupla útidystin á Argjum. Dysturin var tættur og spennandi, men tað var GÍ, sum at enda hevði munin. Einasta málið í dystinum kom longu eftir 9 minuttir, og tað var Ninna K. Johansen, sum skoraði málið.Við sigrinum togaði GÍ seg fram á næstfremsta plássið við 17 stigum. AB hevur 16 stig. Væl frammanfyri liggur tí KÍ, sum hevur 22 stig og ein dystir til góðar.