? Føroyar eru ein sjálvstøðug ítróttartjóð, um man vil tað ella ikki, og okkara sersambond eru góðkend um allan heimin sigur ein avgjørdur Heðin Mortensen, forseti í ÍSF.
Hann heldur, at Føroyar hava fingið enn eitt gott kort í hondina, nú danski forsætisráðharrin hevur boðað frá, at hann stuðlar ÍSF í strembanini eftir viðurkenning í IOC.
? Tað er sera umráðandi, at vit hava fullan politiskan stuðul og hava ein breiðan skara, ið gevur sítt viðmæli, sigur Heðin Mortensen.
Hann sigur, at tey flestu ítróttarsambondini í Norðurevropa vilja stuðla Føroyum og soleiðis ber til at leggja trýst á olympisku nevndina í hesum spurninginum.
? Vit uppfylla fleiri krøv enn nógv onnur lond, ið hava olympiska viðurkenning og limaskap, og tí eigur tað eisini at bera til hjá okkum.
Umsókn sendast
Enn hevur ÍSF ikki sent sína umsókn avstað. Forsetin sigur, at fram til summarið skal eitt umfatandi lobby-arbeiði gerast, og ein faldari um ÍSF skal prentast og sendast kring heimin.
Henda umsóknin er ein endurnýgging av eini gamlari umsókn, ið varð send IOC í áttatiárunum. ÍSF hevur tó ongantíð fingið noktandi svar frá nevndini, og tí royna menn aftur nú.
Men heldur Heðin Mortensen, at føroysk ítróttarfólk sleppa at luttaka á leikunum í Athen í 2004?
? Tað tori eg ikki at siga her og nú, men lat okkum fyrst fáa limaskap. Eingin ivi er tó um, at vit eiga føroyska ítróttafólk, ið hava eginleikarnar at luttaka á olympisku leikunum.