Nógvir føroyingar vóru í farnu viku til konsert við Bon Jovi í Randers. Á pallinum gekk tað væl hjá bólkinum, men umstøðurnar kring konsertina vóru keðiligar, tí ferðslukaos seinkaði tiltakinum og gjørdi fólk misnøgd. Ummælarin hjá tónleikatíðarritinum Gaffa gevur konsertini tríggjar stjørnur. Hann grundgevur fyri hesum við at siga, at framførslan á pallinum var frálík og var til fimm stjørnur, men fyrireikingin av tiltakinum dumpaði og var til eina stjørnu. Tí miðaltalið tríggjar stjørnur.









