G! Kirkjan ikki eins væl vitjað sum í fjør

Hóast eitt sindur av fólki hevur verið á gátt hjá G! Kirkjuni, so er tað ikki so nógv sum í fjør. Tað sigur Ann Dahl Hansen, ið er prestur í Dómkirkjuni í Havn.

- Í fjør vóru orduliga nógv fólk og vitjaðu okkum, so hóast tað ikki hava verið so nógv í dag, so vóna vit at tað verða nógv komandi dagarnar, tí enn er G! Akkurát byrjaður, sigur Ann.

Í G! Kirkjuni eru køkur og kaffi at fáa, og øll eru vælkomin innar til gott prát og bøn. Undarfarnu árini hava tey havt ymiskt á skránni sum millum annað at vaska føturnar hjá fólkið, men í ár er hetta ikki ætlanin.

Tað eru bæði kirkjur og samkomur í Føroyum, sum saman standa aftanfyri G! Kirkjuna.

- Endamálið við hesum er at kirkjan er har sum fólkið er, sigur Jónathan Gaardlykke, ið er vaktur í kirkjuni sum umboð fyri samkomuna Lívsins Orð í Runavík.

Umframt at Jónathan er vakt í G! Kirkjuni, er hann eisini saman við 10 ungum, ið luttaka bæði á tjaldingarøkinum og á øllum festivalinum, uttan at nýta rúsdrekka.

- Vit hava ikki tørv á rúsdrekka fyri at hugna okkum, sigur Jónathan, og leggur afturat, at tey bæði hava guitar, kaffi og annað gott við á tjaldingarøkinum.