-Eg haldi tað er ein góð javnvág í teimum treytum og reglum, sum føroyskir myndugleikar hava sett oljufeløgunum í sambandi við 1. útbjóðing. At nakrir politikarar ikki eru nøgdir, og at nøkur oljufeløg heldur ikki eru so fegin, merkir í veruleikanum, at her er talan um eina skilagóða javnvág.
Hetta sigur ein av veteranunum á Atlantsmótinum, Terje Hagevang, jarðfrøðingur. Hann hevur arbeitt í oljuvinnuni í 20 ár, fyrstu 8 árini hjá amerikanska oljufelagnum Amerada Hess og seinastu 12 árini hjá norska oljufelagnum Saga Petroleum.
Terje Hagevang er norðmaður og hevur havt ein týðandi og virkan leiklut hjá Saga, síðani útlendsk oljufeløg fóru at vísa føroyska landgrunninum ans.
Tá Saga herfyri varð uppkeypt av Norsk Hydro var Terje Hagevang ein teirra, sum fekk boðið starv hjá Norsk Hydro, men hann tók ikki av. Og orsøkin er einføld. Hann hevur sett sær sum lívsmál at vera við í leitingini eftir olju og gassi við Føroyar. Tilboðið frá Norsk Hydro var eitt leiðandi starv sum leitistjóri í Noregi.
-Hetta var ikki nóg mikið gott. Man er vorðin so bitin av at arbeiða við føroyska landgrunninum, og eg gjørdi av heldur at fara mínar egnu leiðir sigur Terje, sum millum oljufeløg verður mettur sum ein av teimum mest dugnaligu og vitandi á økinum.
Tað er so heldur eingin loyna, at nettupp deildin hjá Saga, sum Terje Hagevang stóð á odda fyri og sum nettupp hevði við Føroyaøkið at gera, var ein av teimum mest framkomnu og virknu í heila tikið, tá tað ræður um vitan og royndir á føroyska landgrunninum.
Terje Hagevang vil ikki siga, hvørjar framtíðarætlanir hann hevur, bert at hann fer at arbeiða við føroyaøkinum og kemur hann til Føroya í næstu framtíð. Hann viðgongur, at hann líkasum er ?fallin? fyri Føroyum og føroyingum. Hon dámar ómetaliga væl í Føroyum og heldur hetta vera eitt einastandandi land.
-Hesi árini eg havi arbeitt við Føroyum hava verið tey mest spennandi og áhugaverdu fyri meg, og tí havi eg gjørt upp við meg sjálvan, at framtíð mín í oljuhøpi verður í Føroyum.
Terje Hagevang sigur, at hann altíð hevur øvunda teimum, sum løgdu til brots í oljuvinnuni í Noregi miðskeiðis í 60-unum. Tað var fyri mína tíð. Nú havi eg tó møguleika at uppliva og vera við sum pionerur á føroyska landgrunninum.
Norski jarðfrøðingurin sigur, at jarðfrøðing við Føroyar eru ótrúliga áhugaverd, og at góðir møguleikar eru at finna olju her.
Í seinastuni hava vit hoyrt, at tað serstakliga ella bara eru nakrir ávísir blokkar í landssynningshorninum av Føroyaøkinum, sum eru áhugaverdir fyri oljufeløgini.
Terje Hagevang ætlar sær ikki at kunngera í bløðunum, hvørji øki hann heldur eru áhugaverd, men hann kann tó siga so mikið sum, at tað eru fleiri umráði á føroyska landgrunninum, sum eru áhugaverd, og millum hesi teljast grannablokkarnir hjá verandi oljukeldum á bretskum øki, Foinaven og Schiehallion.
Terje Hagevang hevur fylgt gongdini í Føroyum øll 90-ini. Hann metir 1. útbjóðing sum veruliga startskotið til eina komandi føroyska oljuvinnu.
Hann hevur havt nógv við føroyskar myndugleikar at gera og rósar fólkunum í Oljumálastýrinum. -Hetta eru professionell og góð fólk, sum hava dugað sítt arbeiði.