Vit eru komin út í oktober, og nú nærkast tíðin, tá farið verður á fjall. Onkur hevur longu verið á fjalli, men nógvir, sum eiga seyð í haga, munnu brúka heystfrítíðina, tá fleiri hava frí, til fjall og fletting.
Tað eru helst fleiri, sum taka heimaseyðin fyrst, og her eru tað serliga veðrarnir, sum spenningur er um. Heimaseyður kann ivaleyst býtast upp í tveir bólkar - seyður, sum fær fóður og seyður, sum bara etur gras.
Onkur, sum hevur seyð, gevur kanska teimum bestu lombunum og veðrunum fóður fyri at fáa seyðin enn størri fram til slakt. Tað eru teir, sum geva og teir, sum ikki geva, og tað má eisini vera stuttligt at fáa góðan seyð - uttan at geva aftrat.
Í gárkvøldið vórðu níggju veturgamlir veðrar flettir í einum kjallara á Sondum á Sandi. Fleiri av hesum høvdu einki fingið aftrat tí grasi, sum er á bønum. Aðrir høvdu fingið eitt sløð, men lítið av týdningi.
Kortini vóru veturgomlu veðrarnir góðir. Teir vigaðu úr 48 pundum, sum var tann minsti og upp í 70 pund, sum var tann størsti. Tveir veðrar vigaðu niðan fyri 50 pund. Vektirnar vóru hesar: 48, 49, 50, 51, 52, 52, 54, 58 og 70 pund.
##med2##
Fólk, sum fletta og sum hava hug at siga okkara lesarum eitt sindur um, hvussu vignast, eru vælkomin at senda myndir saman við teksti til teldupostadressuna post(at)sos.fo
##med3##
##med4##