Fiskiveiða
Nøgdin av smáfiski, sum avreiddur verður, er vaksin munandi í heyst. Ta? er í samsvar við vanliga gongd, men tó vert at ansa eftir.
Tað kann vera bæði gott og ringt, tá nógvar gillur eru ímillum. Men vanligt hevur ikki verið, at veiðimaðurin vil hava tað smáa. Tað hevur ofta verið blakað útaftur, ella í øðrum lagi greipað. Men nú tykist, sum alt verður tikið og avreitt. Og grundin er helst sera einfald. Prísurin er í toppi.
Tøl hjá Fiskamarknaðinum á Toftum vísa, at í heyst er nøgdin á gripufiskinum, toski 5, vaksin munandi seinastu tveir mánaðirnar. Viðmerkjast skal, at ikki bar til at fáa tøl fyri december, so seinastu avreiðignartølini, vit hava fingið hendur á, eru fyri november mánað.
Men í prosentparti av samlaðu toskaveiðuni liggur toskur 5 - greipufiskur ella gillur, sum hann vanliga verður nevndur - uppi á 10,73% í november, meðan parturin í januar var 4,14 %.
Tað er einki óvanligt í, at smáfiskurin verður fiskaður um heystið. Tí tað er tíðin, hann kemur inn á grunnin. Soleiðis er tað bara. Og tað vísir seg eisini, verður sagt av Fiskiveiðieftirlitinum, at tað eru teir smáu bátarnir, sum avreiða hendan fiskin.
Av Fiskiveiðieftirlitinum verður sagt, at tey hava fingið fráboðanir um, at nøgdin av greipufiskinum er vaksin munandi, og at tey eisini hava kannað hesar fráboðanir.
Til dømis hava fólk frá Fiskiveiðieftirlitinum verið inni á Toftum, har bátar hava avreitt til Fiskamarknaðin, eins og fólk hevur verið umborð á størru línuskipunum, meðan drigið verður.
Fiskiveiðieftilitið sigur, at tað er heilt greitt, at tað eru smærri bátarnir, sum fiska fram við landi, sum fá tann smáa fiskin. Hjá línuskipunum er lutfallið púra í lagi, verður sagt.
So er spurningurin sjálvandi, hvussu gerast skal við tað. Og har verður sagt av Fiskiveiðieftirlitinum, at tey hava heitt á menn um ikki at taka so nógv av hesum smáa. Men einki øki er tó stongt kortini.
Og tað ber heldur ikki til at fara at friða alt sjóøki innan fyri 12 fjórðingar, hóast menn fiska smátt.
Og so leingi prísirnir eru, sum teir eru, ver?ur ivaleyst alt tikið. Nevnast kann, at ein ávísan dag herfyri var meðalprísurin fyri tosk 5, sum er greipufiskurin millum 300 gram og 1 kg., kr. 10,59. So einki løgið er í, at hann verður dripin.
Hinvegin órógvar tað ikki fiskifrøðingarnar, at smáfiskurin verður fiskaður nú. Tað er heilt í tráð við vanliga gongd, og at nøgdin er hampiliga stór nú, passar eisini við tær yngulkaningar, gjørdar vór?u í 1997 og 1998.
Av Fiskirannsóknarstovuni ver?ur sagt, at teirra kanningar av hesum báðum árgangunum siga, at tað var heilt hampiligt, og tað tykist fiskiskapurin nú at prógva.