Tað eru tvey lið í heilt hvør sínari støðu, sum seinnapartin hittast í Trongisvági. Síðsta sunnudag var HB gestur hjá TB, og tá fóru gestirnir norður við 2-0 sigri í steypakappingini. Bæði málini vórðu skorað síðsta stóra korterið. HB var tolið, og TB megnaði leingi at standa ímóti, men so endaði tað, sum tað hevur gjørt hjá TB mest sum hvørja ferð higartil í ár.
TB hevur eitt stig, meðan HB av álvara er farið at kvaklast. Fokus er sjálvandi á avbjóðingini seinnapartin, men tað snýr seg eisini um at syrgja fyri, at liðið verður væl trimmað mikukvøldið, tá ið útsettur dystur verður í Klaskvík, og tá ið HB hevur møguleika av álvara at taka seg nærri toppinum.
Tað eru so nógvir væl skikkaðir spælarar við í kappingini um plássini á HB liðnum, at onkrir, sum ivaleyst høvdu verið sjálvskrivaðir millum teir flestu ellivu í flestu feløgum, ikki sleppa upp í part. Tá ið næstbesta HB liðið í gjárkvøldið var á Skála, var Michal Przybylski á vøllinum allar 90 minuttirnar.
TB hevur ikki vunnið á heimavølli ímóti HB síðani í 2012. Tá var úrslitið 19. mai 4-2. HB gjørdi sjálvmál, og hini TB málini skoraðu Bojan Timic (2) og Gilli Rólantsson Sørensen. HB málini skoraðu Jákup Slættalíð og Jógvan Skeel Nolsøe, sum nú er vertur í 3 – 2 sendingini hjá Kringvarpinum.
Einasti maður hjá TB, sum fyri níggju árum síðani var á liðnum og framvegis er við, er Rógvi Joensen. Hann fór tíðliga av vøllinum síðsta sunnudag, tí hann var skaddur. Teitur Matras Gestsson er einasti HB spælarin, sum var við í 2012, og sum framvegis er á HB liðnum.
Samudeen Musah er tøkur aftur, eftir at hann ímóti 07 Vestur næstsíðsta mikudag sá reytt og var leikbannaður í steypatapinum ímóti HB.