Fleiri prísir á uppboðnum hjá Fiskamarknaði Føroya vóru rættiliga góðir í gjár. Tann størsti toskurin kom upp í 26,60 krónur fyri kilo, toskur II kom upp í 24,60 krónur, og tann minsta støddin, toskur V, kom upp í 14,60 krónur og 11,96 krónur í meðal, sum er munandi meiri enn vanligt.
Tann størsta hýsan fekk upp í 22,20 krónur í gjár, og hýsa II kom upp í 17,30. Meðalprísurin fyri tær báðar støddirnar var ávikavist 20,21 og 16,43 krónur.
Línuskip, sum seldu longu, fingu eisini góðan prís í gjár. Tann besti prísurin var 16,20 krónur fyri kilo. Longa I fór fyri 15,53 krónur í meðal og longa Ii fyri 15,75 krónur.
Tilsamans vóru góð 118 tons á uppboðnum hjá Fiskamarknaðinum í gjár.