Góðir føroyskir tónar á Fjarðafestivalinum

Føroysku sangfólkini og tónleikarar teirra hava gjørt tað sera væl á Fjarðafestivalinum Nú annar dagurin á Fjarðafestivalinum fer at halla, verður væl latið at framførslunum higartil.

 

Hósdagin varð Betesdakórið í Klaksvík fyrst á innipallinum. Um framførsluna hjá Betesdakórinum skrivar www.fjardafestival.com: - Betesdakórið, sum fyllur 85 ár í ár, fekk loyvi at byrja fjarðafestivalin 2011. Tey vóru sera væl uppløgd sum altíð og framførdu vakran fleirræddaðan sang, við einum blandingi av solo og trio-sangi. Salurin reisist og klappaði til sangin.

 

Um Martin í Grund skrivar fjardafestival.com: - Teir megnaðu veruliga at fáa fólki við, og tað merktist hvussu áhoyrarnir bara livdu við í framførsluni. Vónandi verður hetta ein bólkur vit koma at hoyra meira til í framtíðini.

 

Um Ecclesia, sum framførdi í kvøld skrivar heimasíðan: - ?Vit vóru villir, men eru stillir? segði Kristoffur Olsen, skemtandi, tá Ecclesia byrjaði fyrstu konsertina, sum var á skránni í kvøld. Bólkurin hevur fleiri enn 20 ár á baki, og stílurin er broyttur nógv hesi árini.

 

Sangirnir, ið teir framførdu, vóru gamlir stillir sangir, harav onkur hevði fingið nýtt lag, ið teir sjálvir høvdu gjørt. At sangirnir vóru stillir, sást á áhoyrarunum, sum teir flestu vóru úr eldra endanum.

 

Um T.O.S. skrivar fjardafestival.com: - T.O.S megnaði veruliga at fáa fólki við í teirra framførslu, tað var alt frá einum sang-dialogi ímillum Bárð og áhoyrarnir, ganga í takt við tónleikin, floyta og klappa. Sera kreativ og lívlig framførsla, og tá bólkurin takkaði fyri seg, var dúgliga klappað uppaftur til eykalag.