Virgar T. Dalsgaard,
lærari
Eg síggi, at tú hevur rættiliga spent teg út og hjálagt ein persónligan lista við næstan øllum tínum sjáldsomu kvalifikatiónum, sum tú brilleraði við í Høgnabandanum; og tað er helst tí, at tú trilvar eftir nýggjum njósnara-arbeiði, nú tín totaliteri fullveldisguru hevur givið tær durafjórðingin.
Men hví tú av misgávu er komin til at senda mær tilfarið úr tínum Curriculum Vitae er framvegis eitt sindur ógreitt fyri meg!
Ikki so at skilja, at eg haldi, at tað ikki longri er brúk fyri forvitnum monnum við so hendingagóðum hegni at lurta sum tær. Tvørturímóti!
Sjálvt um bæði Stalin og Beria eru deyðir, sjálvt um flestu stasi-menn eru omandotnir saman við Berlinmúrinum og sjálvt um Hoydalsfeðgarnir reika frustrerðir og heimleysir úti í arktiskum politiskum fótakulda, er eingin grund hjá tær til at fortvivla, tí tað fer altíð at vera brúk fyri monnum við tínum sneytaragávum!
Privata heimasíðulýsingin við tínum ovurhondstalentum er sum skraddaraskorin til eina glæsiliga karrieru hjá einumhvørjum totaliterum tyranni, eitt nú í Norður-Írlandi, á Balkan, í Suðuramerika ella í Miðeystri. Har eru menn framvegis líka so anakronistiskt stirðnaðir av miðaldartankum sum teir mest sedimentert forkálkaðu føroysku loysingarmenninir!
Eftirsum tú beinleiðis hevur vent tær til mín, eri eg avgjørt ikki ófúsur at geva tær skrivligt viðmæli (ella á bandi) til títt komandi internationala virksemi. Har fari eg als ikki at leggja nøkur bond á meg! Eg havi heldur einki ímóti at hjálpa bæði tær og fyrrverandi høvuðkambi tínum við at skriva stíl, tí tað haldi eg, at tit báðir treingja harðliga til! Tann tímaløn, tit skullu lata, er beskeðin tað eru avgjørt ikki tykkara Christiansborgar-tariffir, eg plagi at brúka!
Annars síggi eg, at tú ikki heldur meg vera krillutan, síðani tú her í januar mánaði ræður mær til kalt sturtibað. Takki sjálvandi kurteisliga fyri ráðini og fari tí eisini at geva tær eini ráð afturfyri:
Átti tú ikki sjálvur at fingið tær eitt karbað við edikasýru (ph umleið 3), so tú fekst etsað tey ringastu tjóðveldis-sedimentini burtur av tær. Eftirsum slík ónosslig kálkdannilsir eru hervilig og sterkt alkalisk, mást tú endiliga ikki brúka basiskan lút tað má vera sýra! Moderat súrur løgur sum hesin skuldi kunnað fingið sjálvt tey mest sentimentalu hoydalsbond at loysna! Kanska eydnast tað tær, meðan tú liggur í karinum at beina fyri onkrum subfossilum Kirkjubíggjar-rudimenti eisini!
Og tú kanst ugga teg við, at tað er ikki bara tú, sum er panikksligin tað er nógv verri statt við tínum fyrrverandi Hoydals-despoti! Hann er við at byrgja seg heilt inni og er farin at byggja ein kinesiskan múr rundan um seg og Ísland í løtuni! Tað er eitt pretentiøst og bábelskt projekt!
Tað er harafturat týðuligt, at tit báðir ferðast á sera tunnum ísi í Frank Jensen-málinum! Fólk vita væl, at tað enn eru pínlig bond tykkara millum! Kávalótir tykkara eru hjartaskerandi og rørandi! So nú skal probat terapi til!
Skuldu tit tessvegna verið hugaðir at fingið heilt persónliga leiðbeining, skal tað ikki standast á og er tað tí okkurt álvarsamt, tit vilja tosa um, eri eg altíð fusur til ein óformellan terapeutiskan fund við tykkum!
Men so leingi sum fundarsiður tykkara er so ekseptionelt løgin, fari eg at leggja eina beinharða treyt á! Og tað er, at eg fari frammanundan at vissa meg um, at menn hittast í mikrofonfríum høli og uttan nøkur bond, so tit mugu leggja tykkum undir stranga visitatión av øllum tí skurvuta tjóðveldiskrovinum!
At enda sendi eg tær og øllum tínum húski tær allarbestu javnaðarkvøður um gott nýggjár!
virgar1@hotmail.com