Í Degi og Viku 27 januar vísti kringvarpsstjórin m.a. á, at ein kanning vísti, at uml. 50% av lurtarunum sløktu, tá tað kom til morgunandaktini kl. 9,50. Hetta tyktist at vera grundgeving fyri avgerðini um ikki at endursenda morgunandaktina.
Fyri tíð síðan var sami kringvarpsstjóri frammi og avdúkaði, at nýggj kanningin nú vísti, at tað vóru uml. 75% fyri, at andaktin varð endursend.
Logiska niðurstøðan hjá fleiri túsund pensionistum og øðrum var so sjálvandi, at nú varð ítøkiligt grundarlag hjá kringvarpsstjóranum at taka avgerð um at endursending av morgunandaktini kl. 9,50!
Loyvi mær tí nú at reisa spurningin til kringvarpsstjóran: »hvørjum bíðar tú eftir?«