Góði Jenis

Takk fyri at tú gert so nógv fyri at upplýsa fólk viðvíkjandi Guðs lóg. Eg havi lært sera nógv frá tínum útsøgnum og royni at deila tann kunnleikan við so nógvum fólkum sum eg kann.

Tá onkur roynir at forsvara samkynda lívsstílin, til dømis, so minni eg tey bert á, at í Triðju Mósubók 18:22 stendur týðiligani, at tað er ein andstygd. Onki meiri at diskutera. Eg havi tó brúk fyri eitt sindur av ráðgeving frá tær viðvíkjandi nøkrum øðrum ávísum lógum og hvussu vit skulu fylgja teimum:
Tá eg brenni ein tarv á altarnum sum offur, veit eg at tað gevur ein góðan anga til Harran - Triðja Mósubók 1:9. Trupulleikin liggur hjá grannunum hjá mær. Tey siga at angin ikki eru góður. Skuldi eg dripið tey?
Eg vildi gjarna selt dóttir mína sum træl, sum verður mælt til í Aðru Mósubók 21:7. Í hesum døgum, hvat heldur tú hevði verið ein rímiligur prísur fyri hana?
Eg veit, at mær er bannað at hava samband við eina kvinnu, tá hon hevur mánasjúku sína og er órein - Triðja Mósubók 15:19-24. Trupulleikin er, hvussu veit eg, at hon hevur mánasjúkuna? Eg havi roynt at spurt, men tær flestu kvinnurnar blíva bara fornermaðar.
Triðja Mósubók 25:44 sigur at eg kann gott eiga trælir, bæði kvinnur og menn, so leingi tey eru keypt úr grannalondum. Ein av mínum vinum sigur, at tað geldur fyri íslendingar, men ikki fyri skotar. Kanst tú greiða mær hetta? Hví kann eg ikki eiga skotar?
Eg havi ein granna sum insisterar í at arbeiða á sabbat-degnum. Onnur Mósubók 35:2 sigur týðiliga, at hann skal lata lív. Er tað kravt av mær, at eg skal drepa hann sjálvur?
Ein av mínum vinum heldur tað, at sjálvt um tað at eta skeljadjór er ein andstygd - Triðja Mósubók 11:10, so er tað ein minni andstygd enn homoseksualitetur. Eg eri ikki samdur. Kanst tú hjálpa við hesum?
Triðja Mósubók 21:20 sigur tað at mær er bannað at nærkast Guðs altari, um eg havi plett á eyganum. Eg má viðganga, at eg brúku lesibrillur. Má mín sjón vera perfekt, ella er tað eitt sindur av undantakið her?
Teir flestu av mínum mannfólkavinum trimma sítt hár, eisini sítt skegg, sjálvt um hetta er heilt klárt forboðið í Triðju Mósubók 19:27. Hvussu skulu teir doyggja?
Pápabeiggi mín hevur ein bóndagarð. Hann brýtur lógina í Triðju Mósubók 19:19 við at lata tveir ymsar vøkstrar veksa á sama akuri, somuleiðis ger konan hjá honum við at lata seg í klæði vovið úr tveimum ymiskum sløgum av gørnum (bummull/polyester blend). Hann bannar eisini og er oftani blasfemiskur. Er tað veruliga neyðugt, at vit gera okkum tann ómak at samla alla bygdina saman fyri at steina tey? - Triðja Mósubók 24:10-16. Kundu vit ikki bara brent tey til deyðis í einum privatum familju-festi, sum vit gera við fólk, sum liggja saman við sviger-familju síni? (Triðja Mósubók 20:14)
Eg veit, at tú hevur studerað hesi tingini væl, so eg eri vísur í, at tú kanst hjálpa. Enn einaferð takk fyri at tú minnir okkum á, at Guðs orð er ævigt og óbroytandi.
Tín trúfasti fjeppari,? Ívar
Týðing av útlendskum dulnevndum lesarabrævið.