Eg vil loyva mær at seta tygum hesar spurningar:
Er tað tignarligt, at Føroya løgmaður ger eina avtalu um skrivstovur í februar, fyrsta september gevur boð um at bróta inn á eina skrivstovu hjá uttanríkisráðnum, flyta alt innbúgvið út uttan ávaring til tað starvsfólkið, sum starvast á viðkomandi skrivstovu og skifta lásið?
Er hetta sambært starvsfólkapolitikkinum hjá landinum?
Er tað virðiligt at siga avtaluna frá februar upp fýra dagar eftir hesa hending?
Er tað virðiligt, tá Føroya løgmaður í sinnismuni í sjónvarpskjaki leggur eftir embætisfólki og kallar tey fyri “starvsfólkaproblem”?
Er tað virðiligt at uppsiga eitt samstarv fimm minuttir fyri ein tíðindafund?
Vit hava gjøgnum søguna upplivað fleiri ríkisleiðarar, har valdið hevur gingið teimum til høvdið, tað vildi verið langt frá mær at samanbera tygum við nakran av teimum.
Undrist bara yvir tygara síðsta úttalilsi:
"Um talan er um at flyta eina skrivstovu, eitt skip, ella eitt fjall, um míni boð ikki verða eftirlíkað so er tað at undirgrava løgmansembætið."
Eg meini tað.
Virðingin millum manna fyri løgmansembætinum er neyvt tengt at persóninum, sum situr í embætinum, um viðkomandi persónur ikki virðir tað starv, hann er settur í av føroya fólki, kann hann ikki vænta, at onnur gera tað.
Er løgmaður ein tignarligur persónur við tignarligari framferð, so kemir virðingin millum manna av sær sjálvum.
Eg haldi, at um tygara framferðarháttur síðstu vikurnar er tað, sum vit føroyingar skulu uppfata sum tignarligt og virðiligt, so má fyrsta uppgávan hjá nýggja mentamálaráðharranum verða at fáa umskrivað tær føroysku orðabøkurnar.