GÍ hevur ikki vunnið í tríggjar mánaðir

GÍ og HB hava eitt leikbann í part, tá ið liðini bresta saman í Gøtu sunnudagin. Tað eru gingnir tríggir mánaðir, síðani GÍ seinast vann í Formuladeildini, og tá var tað júst ímóti mótstøðuliðnum sunnudagin

Í Gøtu hungra tey av álvara eftir einum sigri, tí tað eru gingnir tríggir mánaðir, síðani GÍ seinast vann í Formuladeildini.
Tað var tann 14. juni, tá ið GÍ vann flottan sigur ímóti HB í Havn. Hetta var eisini umfarið, tá ið GÍ av álvara blandaði seg upp í oddastríðið, men síðani hevur liðið ikki vunnið.
Fimm av teimum seks seinastu dystunum eru endaðir við javnleiki, og GÍ hevur spælt 10 javnleikir í hesum kappingarárinum  tá er javnleikurin ímóti ÍF seinast strikaður, tí nýggjur dystur skal spælast.
 
Ivast í leikbanni.
Og júst strikaði dysturin í Fuglafirði, hevur fingið tey í Gøtu at ivast í, hvør spælari hevur leikbann til dystin ímóti HB sunnudagin. Símun Louis Jacobsen var leikbannaður til dystin ímóti ÍF, og í dystinum ímóti ÍF fekk Kaj Ennigarð sítt fimta gula kort og átti at havt leikbann ímóti HB.
Seinast vit tosaðu við FSF, var eingin niðurstøða gjørd um gulu kortini í dystinum millum ÍF og GÍ, sum skal spælast av nýggjum, men mest sannlíkt er, at øll kort í dystinum verða strikað, og tí verður tað Símun Louis Jacobsen, sum hevur leikbann sunnudagin.
Allir hinir spælararnir hjá GÍ eru tøkir
 
Vagnur leikbann
HB hevur so at siga fulla manning, tá ið liðið sunnudagin fer til Gøtu. Vagnur Mohr Mortensen fekk tveir dagar leikbann eftir útvísingina imóti NSÍ, og hann skuldi sita yvir, tá ið EB/Streymur og HB spældu steypadyst mikukvøldið. Tann dysturin var av ongum, og tí kann Vagnur ikki spæla sunnudagin.
Allir hinir spælararnir hjá HB eru klárir til dystin ímóti GÍ.