GÍ framvegis fult hús

Gøtumenn halda framvegis beina leið í oddastríðum. Nr. 2 er nú B36, sum vann metsigur móti FS Vágum

 

Tað eydnaðist gøtumonnum at vinna týdningarmikla útidystin í Vági, og úrslitið inniber, at GÍ styrkti enn meira um støðuna í oddinum. Næsta liðið undan hesum umfarinum var HB, men eftir at hava tapt móti NSÍ, mugu teir reyð/svørtu í høvuðsstaðnum lata hendan sessin til grannarnar úr B36, sum vunnu heili 15-0 á heimavølli móti vágamonnum.

Úrslitini sunnudagin vóru hesi:

VB-GÍ 1-2

B36-FS Vágar 15-0

NSÍ-HB 1-2

B71-KÍ 1-2

EB/Streymur-B68 1-2