Árligi G! Festivalurin í Syðrugøtu hevur fingið nýggjan samskipara. Talan er um 29 ára gamla havnarmannin Ólav Thorsteinsson, ið hevur útbúgving frá Kaospiloterne í Århus.
Seinastu tvey árini hevur tað verið Marjun Hansen, ið hevur staðið fyri samskipanini av festivalinum, og nú hon er farin í annað starv, er tað Ólavur Thorsteinsson, ið tekur við sum nýggjur samskipari.
Ólavur Thorsteinsson bleiv settur sum samskipari fyrr í hesi vikuni, og hann er longu farin í gongd við arbeiðið.
- Vit eru longu so smátt byrjað at tosa við fólk, ið hava verið knýtt at festivalinum í fleiri ár, og tí hava eina rúgvu av royndum við festivalinum og fyrireikingararbeiðinum, sigur Ólavur Thorsteinsson, sum eisini er farin undir at fyrireika, hvussu G! Festivalurin í ár skal síggja út, hvat hann skal innihalda, og hvørji fólk koma at mynda hann.
Nýggi samskiparin hevur góðar vónir fyri festivalinum í ár.
- Eg kann avdúka so mikið, sum at skráin fer at vera ótrúliga spennandi, og eg havi longu hitt eini rúgvu av orkuríkum fólkum, ið hava óteljandi góð hugskot, ynski og dreymar vid festivalinum. Eg veit, at vit - saman vid festivalgangarunum - koma at gera eitt megnar tiltak, sigur Ólavur Thorsteinsson.
Ólavur Thorsteinsson hevur fyrr samkipað fleiri ymisk mentanarlig og listarlig tiltøk og hevur millum annað samskipað onkra ólavsøkukonsert, Tórspall á ólavsøku og eisini verkætlanirnar Ung í arbeiði.
G! Festivalurin 2014 er í døgunum 17-19 juli.