Prix Føroyar tónleikakappingin kastar nógv av sær til fyrireikarar av konsertum kring landið. Tá ið Prixið er í gongd eru nógvir bólkar virknir, og hetta gevur fyrireikarum eitt nógv størri úrval at velja ímillum til tey ymsu tiltøkini.
Eitt av stóru tiltøkunum í summar verður G! festivalurin, sum verður hildin fyri aðru ferð, og eisini fyriskipararnir av hesum festivali halda eitt vakið eygað við Prix-bólkunum.
? Tað eru nógvir áhugaverdir bólkar við í Prix Føroyum í ár, og eg ivist ikki í, at fleiri teirra verða við á G! festivalinum í summar, sigur Sólarn Solmunde.
G! festivalurin fer rættiliga upp í eitt annað gear, tí í summar verður festivalurin í tríggjar dagar, og fleiri útlendskir bólkar koma til Gøtu at spæla.
Høvuðsnavnið verða finsku Bomfunk MC's, sum eru víðgitnir fyri sangir sum Frestylers, Live your Life og Super Electric. Aðrir útlendskir bólkar koma eisini til festivalin, og harafturat fara sjálvsagt fleiri føroysk nøvn at spæla.