G! Festivalurin fær um vikuskiftið jalig ummæli í ferðamannablaðnum hjá bretska blaðnum the Guardian - tað eitur The Guardian Travel.
Ferðamannablaðið kom út um vikuskiftið, og gevur blaðmaðurin Paul Sullivan G!-Festivalinum jalig ummæli. Í greinini, sum eisini kann lesast á netinum, kemur hann inn á vøkru og hugnaligu staðsetingina av festivalinum, umframt at hann eisini prátar við fyriskiparan Jón Tyril um føroyska festivalsøgu.
Sum heild er ummælið at G!-festivalurin er eitt sindur ráari og minni handilsligur enn eitt nú Glasto festivalurin.
Í greinini sigur Jón Tyril, at tað í fjør vóru um 4.000 festivalgestir, og at hann væntar tað dupulta í ár.










