G! Festivalurin: 300 tjaldingarpass til sølu í morgin

Fyri løtu síðan var ógjørligt at fáa fatur á einum tjaldingar atgongumerki til G! Festivalin. Men nú boðar festivalurin frá, at tað alíkavæl verða seld 300 eyka tjaldingarpass. Tað er ein fín-rokning, sum vísur at tjaldingarplássið kann taka fleiri tjøld.

 

“Mánadagin 4. juli steðgaðu vit söluni, meðan vit mátaðu og fín-roknaðu kapasitetin á nýggja tjaldingarökinum. Úrslitið var, at vit kunnu taka tilsamans 2.000 fólk inn. Tí selja vit 300 tjaldingarpass afturat.”

 

Soleiðis skrivar G! Festivalurin í einum kunningarskrivi í dag. Støðan var áleið tann sama í fjør, tá tað bleiv kunngjørt, at tað var útselt. Fáar dagar seinni vísti tað seg tó, at soleiðis var ikki alíkavæl.

 

Í morgin kl 12.00, verða tey seinastu 300 tjaldingarpass sett til sølu. Selt verður á vanligu sølustøðunum, sum eru, Magn kring landið, TUTL, Kiosk Vár í Runavík og Kunningarstovuni í Miðvági. Tjaldingpass verða ikki seld á ebillett ella beinleiðis frá G! Festivalinum. Tað ber ikki til at leggja av, fólk skulu møta upp á sølustaðnum og keypa sjálv. Tá hesi seinastu 300 tjaldingarpassini eru seld, er tjaldingin endaliga útselt, siga fyrireikarnir av G! festivalinum.