G! Festival bjóðar øllum inn nakrar tímar

G! Festival bjóðar øllum føroya fólki ein brellbita av festivalinum. Frá tí at festivaløkið letur upp kl 12 og til kl 16, allar dagarnar, kunnu eisini tey uttan atgongumerki koma á festival.

 

“Vit eru sera spent at vísa tiltakið fram fyri öllum føroya fólki, eisini teimum, sum ikki hava atgongumerki. Tí bjóða vit øllum vælkomnum innar frá kl 12 og til formliga skráin byrjar kl 16. Vit hava framførslur og mangt annað á skránni frá kl 12, tá økið letur upp til kl 16 tá formliga skráin byrjar. Tú kanst uppliva matstovu á sjónum, pottar og saunu, festivalkirkjuna, glað fólk og hugnaligu bygdina. Á spildurnýggja pallinum á Torginum verða live framførslur, ímeðan Beduintjaldið verður karmur um DJ tónleik, eisini áðrenn kl 16" sigur Jón Tyril, talsmaður fyri festivalin.

 

Børn til og við 12 ára aldur hava ókeypis atgongd til allan festivalin í ár og ber tí til eisini hjá eitt nú mammum og pápum og/ella ommum og abbum, ið ikki hava festivalarmband, at fara til barnatiltakið saman við børnunum. Stóra barnatiltakið, sum Angela hevur lagt til rættis, er á skránni leygardagin frá kl. 12 til 16.

 

So kom og vitja á G!. Minst bara til, at eftir kl.16 hvønn dag er neyðugt at hava armband, fyri at vera á festivalökinum. Børn til og við 12 ár fáa armband ókeypis.

 

Fyri at síggja skrá og annað í samband við festivalin, vitja www.gfestival.fo

(Innsent)