Åbyhøj IF, har Juanna S. Joensen er við á liðnum, megnaði sum kunnugt ikki at spæla seg í danska endaspælið. Ístaðin leika tær í vár í elitukvalifikatiónini, har fýra tey bestu liðini vinna sær rættin at spæla í bestu deildini komandi kappingarár.
Her er málið hjá Åbyhøj at enda á ovasta sessinum, og um vikuskiftið fingu tær í øllum førum eina góða byrjan í so máta. Mótstøðuliðið var úr Middelfart, og Åbyhøj vann dystin 3-1. Hóast Middelfart vann fyrsta settið, so var ongan tíð nakar veruligur ivi um, hvat liðið var hitt betra, og sum skilst var talan í løtum um uppvísingarspæl frá Åbyhøj.