Í hesum døgum flokkast kvinnur í stórum tali í biohøllunum fyri at síggja fyrsta biograffilmin um kvinnurnar í sjónvarpsrøðini Sex And The City. Áhaldandi søgur hava viljað verið við, at tveir av høvuðsleikarunum í røðini ikki eru so væl, sum tær eru á skýggjanum. Tað eru Sarah Jessica Parker og Kim Catrell, men sambært Parker er einki í hesum søgum.
- Vit eru allar góðar vinkonur, og vit halda sambandið við líka. Tað var ein dreymur, sum gjørdist veruleiki, tá vit fóru at spæla nýggja filmin inn, eftir at havt steðg í fýra ár, sigur Sarah Jessica Parker við svenska Aftonbladet.