Góðar umstøður til sílafisking

Tað er neyvan nógvastaðni í Føroyum, har umstøðurnar til sílafisking eru so góðar sum í Sandoynni.

 

 

Sandoyggin hevur fleiri vøtn, bæði við vegin og til fjals. Hitta størsta er sjálvandi Sandsvatn, sum liggur beint við vegin, og her sæst onkur sílafiskari av og á. Men, vatnið er so mikið stórt og atkomiligt, at her kundu saktans nógv fleiri staðið við tráðuni eina hugnaliga løtu.

Sandsvatn er eisini sera vælegnað til ein hugnaligan familjutúr við glúpi og spann, har smáu løkirnir renna í vatnið. Er sílatráðan við, skal tað gangast illa, um tú ikki fært eitt síl á húkin við maðki ella spinnara.

Bæði Gróthúsvatn vestan fyri sandsbygd og Stóravatn á leiðini til Djúpadal og Skarvanesar, liggja eisini beint við vegin, og her slepst við bili heilt til vøtnini. Lítlavatn, sum liggur beint oman fyri Stóravatn, liggur eisini skamt við vegin.

Sama er við Hálsavøtnunum á leiðini millum Skopun og Sand, har elsti millumbygdavegur í Føroyum, sum hevur meira enn hundrað ár á baki, liggur mitt ímillum vøtnini - tað heimara og tað norðara.

Við Sandsvatn er brúgvin á myndini, sum stendur beint innan fyri Nýggjagarðar. Her slepst oman á brúnna við hjálpitóli, um fólk eru illa gongd ella avlamin. Tað eru nøkur ár síðan, at henda brúgvin kom, og her eru eisini góðir møguleikar hjá familjum við børnum.

Tað kostar einki at fara við sílatráðu á hesi vøtn, og Sandsvatn er líka sum ogn hjá allari bygdini, tí her eru fleiri eigarar oman til vatnið. Hevur tú hinvegin hug at royna okkurt av vøtnunum, sum eru til fjals, er skilagott at siga teimum, sum varða av haganum, frá.