Góðar royndir við skúlatalvi í Hvalvík

Tað er ikki bert í útlondum, at ein hevur góðar royndir við telving í skúlunum. Eisini í Hvalvík merkja tey ágóðan av hesum.

Fyrr í dag skrivaði Portalurin um teir mongu fyrimunirnar, sum næmingar hava at læra seg at telva í skúlatíðini.

Her var farið undir eina verkætlan í einum donskum skúla – Virupskúlanum við Århus – við telving. Men fyri næmingarnar í Hvalvík er hetta ein partur av undirvísingini.

Longu í 1. flokki læra næmingarnir mannagongdina í talvi. Hetta hevur aftur havt við sær, at tey hava fingið góð úrslit í kappingum.

- Og vilja lærarar vera við, at teir eisini síggja positivu ávirkan aftur í undirvísingini, sigur Aslaug Olsen, fyrstilærari við Hvalvíkar skúla.

Mynd: Næmingar við Hvalvíkar skúla kýta seg í telvingini