Norska Kroll Ontrack Data Recovery hevur serfrøði í at bjarga tilfari av harðdiskum, tá hesir annars tykjast vera oyðilagdir. Umberingarnar fyri hendingarnar kunnu vera heilt nógvar, og nú hevur felagið almannakunngjørt 10 tær mest ótrúligu frágreiðingar, sum tey hava fingið frá illa sperdum viðskiftafólkum. Millum bestu orsøkirnar munnu teljast hendingin, tá ein telda varð mist úr eini tyrlu. Tá ein rotin banan oyðilegði diskin og um ein kunda, sum hevði formaterað diskin ikki minni enn 10 ferðir, áðrenn hann kom í tankar um, at hesin goymdi týdningarmikil data. Fullfíggjaði listin kann annars lesast á www.dagensit.no.










