Góða mamma, tað var ikki eg sum hækkaði elprísirnar…

Tað er helst torført at koma út í fjølmiðlarnar at umbera, at mann hevur lagt stór avgjøld á vanliga brúkaran. Og hóast borgarstjórin í Klaksvík, Gunvá við Keldu, hevði allar møguleikar at forða príshækkingini og at áleggja SEV at endurskoða sín íløgu- og rakstrarpolitikk, so valdi hon at atkvøða fyri – tí “tað ber ikki til at sleppa undan príshækkingum”, sum hon málber seg.

Eg veit sjálvandi ikki, hvar borgarstjórin í Klaksvík hevur sína dagligu gongd, men hon kundi farið ein túr oman á Kósina, sum í fyrstu atløgu hevur fingið eina eykarokning upp á fýrahundraðtúsund krónur, men roknar við eini eykarokning upp á miljónina bara í ár. Tað fer at síggjast aftur í sparingum, lægri fiskaprísi og kanska færri arbeiðsplássum.

Kanska onkur sær skriftina á vegginum nú, tá stjórin á Havsbrún, eftir at hava staðfest eina eykarokning uppá hálvaaaðru miljón í ár, mælir SEV til at steðga við verandi útbyggingum, so ikki allur framburður verður køvdur. Ógvuliga rætt førir Bergur Poulsen fram, at SEV einki fær burtur úr verandi útbyggingum og bert eigur at gera tær íløgur, sum SEV hevur ráð og pengar til.

Tað heilt løgna er, at meðan Gunvá við Keldu pástendur, at tað “ikki bar til at sleppa undan príshækkingum”, so sigur hon samstundis, at SEV nú fer til arbeiðis fyri “mest møguliga at umgangast framhaldandi príshækkingar av el-prísinum”. Hon tykist als ikki at skilja, at henda fyrsta hækkanin bara var byrjanin av eini árliga afturvendandi príshækking, og at SEV á ongan hátt undan aðalfundinum hevði til endamáls at “umgangast framhaldandi príshækkingar”. Tvørturímóti.

Á aðalfundinum hoyrdi Gunvá við Keldu helst eisini starvsfelagan Kirstin Strøm Bech greiða frá fimm virkjum í Suðuroynni, sum valla fara at knógva undir komandi orkurokningunum.

Fyri at síggja, hvat vit kunnu vænta næstu árini, so rindaði SEV 7,5 miljónir í avdráttum og 13 miljónir í rentum í fjør. Sambært teirra egnu metingum skal SEV um sjey ár gjalda 67,5 miljónir í avdráttum og 65,3 miljónir í rentum. So rokningin fer at vaksa ógvuliga munandi hvørt ár.

Tá nú tað stendur fast, at SEV álegði familjum og vinnufyritøkum í Klaksvík og um landið alt hesa eykarokning, so nyttar einki at renna undan hesum veruleika við undanførslum. Tí tað er beinleiðis ósatt, at “tað ikki bar til at sleppa undan príshækkingum”.

Vit kommunur, sum eiga SEV, mugu sum skjótast kanna strategisku ætlaninar hjá felagnum. Vit mugu staðfesta, um SEV er á rættari leið við hesum miljardaíløgum. Kenna vit alternativini? Fáa vit nóg mikið fyri pengarnar? Er umhvørvisligi kostnaðurin ov høgur? Og vit eiga at brúka møguleikan at steðga SEV í fyrilitaleyst at hækka kostnaðin, meðan miljardaíløgurnar bara halda fram?

Sum áður nevnt, so má ein grundleggjandi fortreyt tí vera, at íløgan rindar seg aftur og gevur tað neyðuga íkastið til raksturin av SEV. Her greitt, at tað er ikki líkamikið, hvørjar grønar orkuverkætlanir eru mest áhugaverdar at satsa uppá í framtíðini. Sambært SEV kostar sum dømi íløgan í vindorku-útbygging minni enn 1/10 av íløguni í vatnorku frá Víkarvatni í Norðstreymoy í mun til ta orku, sum fæst burturúr. Út frá einum reint fíggjarligum og samfelagsligum sjónarmiði má spurningurin tí reisast, um hetta yvirhøvur er rættur vegur at fara?

Eg eri sannførdur um, at tað er tað ikki, og tað havi eg gjørt vart við. Á aðalfundinum havi eg kravt, at øll útbyggingarstrategiin verður endurskoðað bæði í mun til val av orkukeldum, kostnað og fígging. Hetta er mál av størsta álvara, tí strategiin á borðinum er ikki fíggjarliga haldbar, hvørki fyri SEV, borgarar, fyritøkur ella samfelagið sum heild.

Tí hava kommunurnar sum eigarar av SEV serliga ábyrgd at tryggja, at skil er í langtíðaríløguætlanini og serliga tí kostnaði, sum borgarar og vinnulív skulu rinda. Annars verður trupult at fáa tað at bera til at liva og virka í Føroyum. Og í hesum sambandi er púra greitt, at landið skal inn at fíggja sín part av íløgunum eisini. Sum eigarar av SEV skulu kommunurnar eisini hyggja nærri at SEV, so at felagsskapurin bæði í mun til bygnað og virksemi er tíðarhóskandi.

Tí skal eg endurtaka, at fyri tað, um tað hesaferð eydnaðist SEV at hækka prísirnar og tyngja byrðarnar hjá teimum nógvu í Føroyum, so er arbeiðið fyri skilabetri ætlanum og rímiligum streymprísi í Føroyum júst byrjað!