Ja, í ár eru jólini annarleiðis hjá okkum. Tey seinastu árini er familjan vaksin soleiðis, at vit hava verið ein meira við borið á jólum, á hvørjum ári. Tað hevur verið so hugnaligt, men í ár mangla tit trý, ja tit halda ikki jól hjá okkum í ár sum tit plagdu, men tit halda jól í himlinum í ár, og soleiðis verður tað frá nú av.
Fyrst fórt tú mamma - tað var so tungt og hart, frá einari løtu til aðra so vart tú vekk. Tú sum altíð vart har fyri okkum, altíð i góðum lag og skemtilig, og altíð klár við einum góðum bita, líka mikið nær vit komu og hvussu nógv vit vóru, so var altíð nokk av mati, og øllum góðum.
Babba - tað var so tungt hjá tær, at vera sjúkur og missa tín besta stuðul, tað orkaði tú ikki at bera. Tú legði árarnar inn tann dagin mamma fór. “Á sum eg sakni mammu tykkara,” tað segði tú ofta, teir fáu dagarnir vit høvdu teg eftir her, har vit systkin royndu at hjálpa og vera um teg, alt sum vit kundu. Men bert ein mánað seinni, so fórt tú eisini, tú visti at tú fórt, tað segði tú við okkum á sjúkrahúsinum tað seinasta kvøldið vit vóru og vitjaðu teg. Vit vildu hava at tú bleivst her. Tú vildi bara sleppa til mammu.
Og góði Jákup Petur, tú fórt so tveir mánaðar seinni. Tað var og er so óveruligt fyri mær at tú ert farin.Tú komst sum eitt ljós og lýsti upp hjá okkum, men mest hjá Mary og Marnu, nú tað hevði verið so trist hjá teimum. Tú vart so góður við tær, og tókst tær so væl av Marnu og bleivst hennara pápi, hon elskaði teg og tú hana frá fyrsta degi av. Og tá so Dávur bleiv føddur var alt bara so gott, vit vóru so glað, um at tey vóru í góðum hondum hjá tær, tit høvdu ætlanir við livinum, ja vit øll gleddu okkum. Men soleiðis skuldi tað ikki verða.
Ein dag fáa vit at vita, hví tað skuldi verða so. Tað er so ómetaliga tungt at ganga jólunum á møti í ár, men eg veit at tit høvdu sagt, at vit skuldu hugna okkum og fáa tað besta burturúr, og tað fara vit at gera.
Vit skulu nokk vera um tey sum tit fóru frá, og hjálpa teimum.
Takk fyri góð minnir.
Vit síggjast.
Vil bert takka tykkum fyri alt
Tit mær góðu við á lívsins veg.
Lærdu meg at virða øll og alt,
Og siga takk.
Takki fyri alt tit góðu mær,
Minnini frá barnaárunum,
søgur,sangir og várt Faðir vár
við songarstokk.
Takki tykkum fyri lívið her
Sum vit livdu saman her á jørð
Gleði men at síggja tykkum har.
Í himlinum
Óluva








