Góða fitta Katrin

Fekk at hoyra meðan eg var í Danmark, at nú var tíma­glasið hjá tær runnið út. Vildi so fegin sloppið at sagt tær farvæl og vit síggj­ast – tí hetta skriv.
Eg kom at kenna teg á várið 1998, tá ið eg sum ný­klaktur námsfrøðingur fekk starv á dagstovninum í Hoyvík, “tínum stovni”, har tú tá vart leiðari. Tú vart ein mergja kvinna, ið legði alla tína orku í, at skapa teir bestu karm­ar­nar fyri at øll børn sum vaksin skuldu hava møgu­leika fyri at mennast. Mill­um annað setti tú títt fingra­merkið í bygg­ingina fyri Dag­stovnin í Hoy­vík, har tú við tínum hegni, tók ætlit til, at náttúran, jørð, vatn og luft, skuldi verða eitt av sermerkinum fyri stovnin, so at børnini og starvsfólkini, kundu fáa stóra gleði av henni – tí før­oysku náttúruni. Hetta megn­aði tú til UG.
Seinni komst tú eisini at vera leiðari hjá mær á Barna og Ungdómsdeildini í Tórshavnar kommunu, eitt heldur øðrvísini starv, men við sama endamáli, at skapa karmar fyri, at ØLL, børn, ung og starvsfólk skuldu hava møguleika fyri at mennast og trívast.
Góða Katrin, eg vil takka tær fyri tað tú hevur verið fyri meg, tú við tínum blíða lindi, tínum vísdómsorðum og ikki minst tínum skemt­ingar­somu vittigheitum. Tú hevur lært meg og onnur nógv, ikki minst at vilt tú nakað, so mást tú kempa fyri tí, eins og tú sjálv hevur gjørt. Men tað eru ikki all­ir kampar ein vinnur á, tían­verri. Vildi ynskt at so ikki var.
Hoyrdi at í kirkjuni bleiv sangurin, ein firvaldur í góðum lag spældur, og tað var akkurát tú - tú tók tað, sum tað kom.
Góða Katrin, er eri takk­som fyri at hava kent teg, og tíni. Har tað er hjartarúm er tað eisini húsrúm, og tað var tað hjá tær og Hera.
Tankarnir eru hjá tykk­um Hera, Høgna og Bjørt við familju, tit hava mist nakað dýrabart. Men vit kunnu vera takksom fyri at hava kent teg Katrin. Æra verið minnið um teg Katrin eina umsorgsfulla kvinnu.
-----
Sigrid Vesturgarð